Uttanlands

Flogfar rendi á mann í Moskva

Maðurin var rýmdur út á flogbreytina, tá eitt Boeing 737-flogfar rendi á hann

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-21 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 25 ára gamal maður úr Armenia lat lív í gjárkvøldið, tá eitt flogfar rendi á hann á altjóða Sheremetyevo-flogvøllinum í Moskva. Tað skrivar TV2.

Armenski maðurin varð blivin útvístur úr spanska høvuðsstaðnum Madrid og var á veg aftur til heimland sítt, tá hann gjørdi av at rýma, eftir at flogfarið hjá honum millumlendi í Moskva.

Sambært talsfólki hjá Sheremetyevo-flogvøllinum hevði maðurin verið í onkrum bardaga, og løgreglan varð biðin um at halda honum aftur í flogfarinum.

Tá maðurin var áveg til flogfarið, ið skuldi føra hann heim til armenska høvuðsstaðin Jerevan, gjørdi hann av ikki at fara í bussin á flogvøllinum men gjørdi í staðin av at rýma út á flogbreytina.

Tað var har, eitt Boeing 737-flogfar rendi á mannin og drap hann.

Klokkan uml. tíggju minuttir yvir átta týskvøldið komu eini boð frá starvsfólkunum umborð á flogfarinum um, at tey høvdu rent á okkurt.

Flogskiparin umborð á flogfarinum, sum var ávegis til Athen, segði, at hann helt seg hava rent á eitt djór. Flogfarið sjálvt fekk ongan skaða, og tí varð flúgvingin ikki avlýst.

Tá flogfarið lendi í Athen vórðu merki eftir manninum funnin á flogfarinum. Eisini vórðu klæðini og skógvar hjá honum funnið á flogbreytini í Moskva.

Armenska sendistovan váttar hendingina og ger greitt, at málið verður kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder