Seinastu dagarnar hava fleiri flogfeløg avlýst flúgvingina til ísraelska býin Tel Aviv orsakað av ófriðinum í landinum.
Amerikansku flogfeløgini United Airlines, Delta Air Lines, og American Airlines boðaðu í gjár frá, at tey steðgaðu flúgvingina millum USA og Tel Aviv, og í dag hevur bretska flogfelagið British Airways eisini boðað frá, at felagið gevst at flúgva til býin, skrivar Ritzau.
– Trygdin hjá starvsfeløgum og kundum okkara fær altíð hægstu raðfesting, og vit fylgja støðuni, skrivar bretska flogfelagið.
Tey flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Tel Aviv í dag fara í staðin at flúgva til býin Eilat í sunnara partinum av Ísrael, upplýsa ísraelsku myndugleikarnir sambært DR.
Í Gaza verður boðað frá, at 83 persónar higartil hava latið lív. Eisini verður boðað frá, at í minsta lagi 487 eru særd. Talið á deyðum í Ísrael er sjey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald