Eitt flogfar við níggju fólkum datt niður í eystara partinum av Indonesia leygardagin.
Seks ferðafólk og tveir flogskiparar lótu lív í vanlukkuni, men ein 12 ára gamal drongur yvirlivdi.
Flogfarið datt niður við flogvøllin í Oksibil, og enn veit mann ikki, hvør orsøkin er, skrivar TV2.
Drongurin varð innlagdur á sjúkrahús í Oksibil, og sambært talsfólki hjá herinum, ið luttók í bjargingararbeiðnum, veit mann í løtuni einki annað enn fornavnið hjá dreinginum - Jumaidi.
Drongurin er vakin men hevur ikki verið førur fyri at geva fleiri upplýsingar.
Flogfarið var á veg úr Tanah Merah í Boven Digul-økinum til Oksil, sum er høvuðsstaður í Pegunungan Bintang-landspartinum tætt við markið til Papua Nýguinea.
Eftirlitstornið í Oksibil misti brádliga sambandið við flogfarið, ið skuldi lenda leygardag seinnapart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald