Deyðstalið veksur. 6 fólk hava nú latið lív í South Carolina, og í North Carolina eru 11 fólk deyð. Sostatt hevur stormurin Florence nú kravt 17 mannalív síðan hósdagin.
Millum tey, ið hava latið lív er eitt tríggjar mánaðar gamalt pinkubarn, ið doyði, tá eitt træ koppaði omaná ein campingvogn í North Carolina.
Grovt æl herjar enn í økinum, og sambært guvernørinum í North Carolina, hevur stormurin ongantíð verið vandamiklari enn júst nú, skrivar TV2.
Fleiri enn 641.000 heim og handilsbygningar hava í løtuni ongan streym. Sambært amerikonsku veðurstøðini hevur Florence-stormurin sent upp móti 1000 mililitrar av regni niður yvir teir statirnir, ið eru ávirkaðir.
Sambært frásøgufólki hjá TV2, ið er staddur í North Carolina, kann hetta gerast størsta vatnflóðið í søguni hjá North Carolina.
Uml. 15.000 fólk eru enn stødd í neyðskjólum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald