Russland fer seinni í hesum mánaðinum undir at sleipa eitt flótandi kjarnorkuverk, sum skal framleiða streym til eitt øki heilt eysturi í Sibira í landnyðringspartinum av Russlandi.
Verkið við navninum ”Akademik Lomonosov” stendur á einum 144 metra longum prámi, sum kann flytast við togarum.
Í løtuni liggur tað í havnini í Murmansk, men skjótt verður tað sleipa til havnabýin Pevek í landnyðringspartinum av Russlandi, skrivar Ritzau.
Her skal tað leggjast fyri at loysa av eitt kjarnorkuverk á landi og eitt annað orkuverk, sum árliga brúkar 200.000 tons av koli og 120.000 tons av olju, upplýsir russiski kjarnorkumyndugleikin Rosatom.
Umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt hesi ætlanini, sum verður kallað eitt ”flótandi Tjernobyl” og eitt ”nukleart Titanic” av Greenpeace.
Rosatom hinvegin heldur fast við, at verkætlanin er trygd. Prámurin kann ikki søkka og verkið megnar at standa móti stormum og upp í sjey metra høgar flóðaldur.
Russiski kjarnorkumyndugleikin, Rosatom, hevur ætlanir um at framleiða fleiri slík flótandi kjarnorkuverk og selja tey til onnur lond, skrivar The Guardian.
Fyribils er ”Akademik Lomonosov” tó einasta flótandi kjarnorkuverkið av sínum slag. Eftir ætlan skal tað byrja sína framleiðslu í Pevek í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald