Innanlands

Flótandi konsert á vágni

Flótandi pallur og upphiting til Summar Festivalin í kvøkd

Ingibjørg Hansen skal aftur í ár framføra á vágni í Klaksvík

Ingibjørg Hansen skal aftur í ár framføra á vágni í Klaksvík

2019-08-07 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hava Summar Festivalurin og Klaksvíkar Kommuna skipað fyri einari sokallaðari flótandi konsert kvøldið fyri, at Summar Festivalurin byrjar. Hetta verður eisini so í ár.

Tað er klokkan 21, at tiltakið byrjar. Summar Festivalurin skrivar, at flótandi pallurin verður innarliga á vágni og umborð vera tónleikarar og sangarar. 

Songkvinnurnar Ingibjørg Hansen og Daisy Johannesen Lolk fara at framføra. Tónleikarar vera Páll Sólstein og Rani Nolsøe.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder