Í ósemjuni millum Russland og Ukreina bjóðar ovastin fyri ukreinska herflotan nú at býta seg sjálvan um við teir 24 ukreinsku herflotamenninir, ið verða afturhildnir í Russlandi.
- Tað sker meg í hjartað at síggja menn mínar verða ólógliga afturhildnir í Russlandi, sigur Ihor Vorontjenko, admiralur, við týska blaðið Bild.
Hann sigur, at hann er sinnaður at lata seg fongsla í Russlandi, um Vladimir Putin, forsetin, letur teir 24 herflotamenninar leysar.
Menninir bíða eftir rættarmáli í Russlandi, og kunnu vænta sær fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á russiskt landamark.
Ósemjan millum Russland og Ukreina kyknaði aftur, tá trý ukreinsk herskip vórðu støðgað í Kerch-sundinum og fleiri av manningini handtiknir.
Sundið bindir Asovhav saman við Svartahav. Ein av týdningarmiklu útflutningshavnunum hjá Ukreina, Mariupol, liggur inni í Asovhavinum. Haðani slepst einans sjóvegis við at sigla gjøgnum tronga sundið við umstríddu Krim-hálvoynna.
Síðan Russland hertók Krim-hálvoynna frá Ukreina í 2014, hava russar fatað Krim sum russiskt øki.
Týsdagin upplýsti ukreinski ráðharrin fyri samferðslu, Volodymyr Omelyan, at ukreinsk skip nú aftur kunnu sigla gjøgnum Kerch-sundið.
- Skipini verða støðgað og kannað av Russlandi – eins og fyrr – men ferðslan er uppafturtikin, segði ráðharrin.
Eftir at Russland hertók Krim, hevur landið bygt eina brúgv um Kerch-sundið, og harvið er tað vorðið lættari hjá Russum at forða ukreinsku atgongdina til Asovhavið, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald