82 metra langa flótidokkin hjá Hirsthals Yard í Hirtshals koppaði á síðuna í morgun. Dokkin, sum verður nýtt til at bøta um, sandblása og mála skip, varð bygd í 1952.
Eitt skip var í flótidokkini tá óhappið hendi. Í løtuni eru fólk í gongd við at skapa sær eina mynd av hvørjir skaðar eru komnir á skip og dokk.
- Vit eru í eina støðu, har vit royna at gera eina mynd av hvat vit kunnu bjarga. Eingin var til arbeiðis tá óhappið hendi, sigur Rasmus Brohus, stjóri á skipasmiðjuni Hirtshals Yard við Danmarks Radio.
Rasmus Brohus sigur at tey ikki vita hvat hendi. Fólk frá tryggingarfeløgum og nakrir serfrøðingar innan støðuleika koma at hjálpa til við at fáa dokkina aftur á beint.
Flótidokkin hevur ligið í Hirtshals síðani 1987. Flótidokkin, sum kallast Nordsøkatedralen, kom illa fyri í storminum Freja í 2015, tá eini endin sakk. Tó fekk dokkin ongar álvarsamar skaða ta ferðina.
(Mynd: DR Nordjylland)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald