Uttanlands

Flýggja undan eldgosi í Afrika

Nyiragongo tók at goysa um vikuskiftið - óttast verður fyri fleiri gosum í DR Congo

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-27 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvarnir í stórbýnum Goma í afrikanska landinum DR Congo hava fingið boð um at rýma orsaka av vandanum fyri eldgosið Nyiragongo skal fara at goysa.

- Í løtuni kunnu vit ikki útiloka, at tað ikki fer at goysa, antin á landi ella í Kivu-vatninum. Tað kann henda skjótt og uttan ávaring. Í løtuni bendir alt á, at virki grýti finst undir Goma býi og undir Kivu-vatninum, sigur ein lokalur embætismaður sambært fronsku tíðindastovuni, AFP.

Myndugleikarnir hava skipað fyri flutningi móti býnum Sake, sum liggur umleið 20 kilometrar vestan fyri Goma.

AFP skrivar, at boðini hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk at taka til rýmingar móti markinum til grannalandið Rwanda.

Um vikuskiftið doyðu minst 15 fólk og fleiri hundrað hús vórðu jarðað í tilfari frá Nyiragongo gosfjalliinum.

Í Goma búgva umleið ein millión fólk, og fleiri teirra gjørdist óttafull, tá grýti frá Nyiragongo hevði kós móti býnum, sum liggur heilt har eysturi í DR Congo út móti Kivu-vatninum við markið til Rwanda.

Men grýtisfloymurin støðgaði áðrenn hann náddi býnum.

Fleir teirra minnast tá fjallið goysti í 2002 og umleið 100 fólk lótu lív, og 120.000 fólk gjørdist heimleys. Eldgosið leygardagin rakti 17 bygdir í økinum nærhendis fjallinum, upplýsir ein lokalur embætismaður. 

[object Object]Nógv fólk hava tikið ognir sínar upp á nakkan og eru tikin til rýmingar úr økinum har vandi er fyri eldgosi (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder