Uttanlands

Flýggja undan øsku úr eldgosi

Men bert tey koppsettu sleppa umborð á ferðamannaskipini, sum eru komin til hjálpar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-12 08:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin vóru tvær ógvusligar spreingingar í eldgosinum La Soufrière á karibisku oynni St. Vincent. Øska og roykur vórðu slongs langt upp í loft, og øska fjalir nú norðara partin av oynni.

St. Vincent er høvuðsoyggj í oyggjaríkinum St. Vincent and Grenada. Fríggjadagin varð farið  undir at flyta fólk í økinum burtur frá vandaøkinum.

Fleiri ferðafólkaskip, ið eru stødd har á leiðini, komu til oynna og bjóðaðu at taka neyðstødd fólk umborð. Men henda hjálpin er einans galdandi fyri fólk, sum eru koppsett móti covid-19.

Tað hevur forsætisráðharrin í St. Vincent and Grenadines, Ralph Gonsalves, boðað frá, sambært bretska blaðnum Dayly Mail.

Eftir spreingingarnar varð norðari partur av oynni fjaldur undir øsku og tjúkkum royki. Tey vænta fleiri spreingingar úr eldgosininum, skriva tíðindastovurnar.

Tað eru yvir 40 ár síðan La Soufrière seinast goysti, skrivar AFP. Hóast eitt tjúkt lag av øsku fjalir fleiri av bygdunum, eru enn ongar fráboðanir komin um, at fólk hava fingið skaða í hendingini.

Øll flogferðsla í økinum er støðgað orsaka av royki og øsku.

Seinast La Soufrière goysti var í 1979. Tá eldgosið goysti í 1902 lótu 1.600 fólk lív. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder