Uttanlands

Fólk brenna skógvar sínar

Lýsingarátak hjá Nike skapar øði

2018-09-05 09:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýtt lýsingarátak hjá risa ítróttarmerkinum Nike hevur fingið øði í fólk. Valið av einum ópopulerum og sáttmálaleysum amerikansku fótbóltsleikarar hevur fingið so nógva øði í fólk, at tey brenna sínar Nike skógvar.

Nike hevur latið gjørt eitt nýtt lýsingarátak, nú kenda slagorðalagið hjá Nike “Just Do It” fyllir 30 ár. Í lýsingarátakinum eru kend fólk sum tennisleikarin Serena Williams, kurvabóltsleikarin LeBron James og fyrrverandi NFL leikarin Colin Kaepernick. Og tað er valið av hesum síðstnevnda, sum hevur fingið øði í fólk.

Kaepernick var tann fyrsti amerikanski fótbóltsleikarin, sum legði seg á knæ í mótmæli móti rasismu og sosialum ójavna, tá amerikanski tjóðsangurin varð sungin áðrenn ein NFL dyst. Hetta var í 2016. Síðani hava fleiri aðrir NFL leikarar gjørt tað sama, og hetta hevur skapt øði í millum annað aðrar NFL leikarar og amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Kaepernick, sum er fyrrverandi quarterback hjá San Fransisco 49’ers hevur síðani hetta verið ein sera ópopulerur maður, og valið hjá Nike at brúka hann í sínum lýsingarátaki hevur ikki bøtt um støðuna, skrivar útlendskir miðlar.

Nú eru fólk farin at brúka sokallað hashtag, sum siga “JustBurnIt” á sosialum miðlum, og leggja sjónbond út, har tey brenna síni Nike klæðir og skóm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder