Innanlands

Fólk skulu vera trygg við at ringja 1-1-2

Tryggleikin fyri borgaran kemur í fyrstu røð – borgarar, sum koma fram á full fólk úti hava ikki annað val enn at ringja til alarmsentralin, sigur politiovasti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-08 12:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Endamálið við tænastuni 1-1-2 er at skapa tryggleika hjá borgaranum. Um borgarin ikki kennir tað so, so mugu vit kanna hvat vit kunnu gera betur.

Soleiðis sigur Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur á politistøðini í Havn. Seinastu tíðina hevur telefonmóttøkan hjá løgregluni verið fyri ábreiðslum fyri ikki at hava tikið áheitanir í álvara um at taka sær av fullum fólkum.

Sosialurin skrivaði um ein tilburð í Havn í síðstu viku, tá ein drukkin maður í koyristóli sat óhjálpin í fleiri tímar í miðbýnum í Havn, og leygardagin skrivaði Portalurin um ein tilburð við einum avdotnum manni við vegjaðaran millum bygda í Vágum.

Les: Føldi meg býtta at hava ringt 112 

Steen Nørskov sigur, at løgreglan hevur tosað við gentuna, sum ringdi á alarmsentralin um mannin í Vágum.

- Vit hava útgreinað, hvat gekk galið, og vit kanna nú innanhýsis, hvussu hetta kann gerast betri, sigur Steen Nørskov.

Sambært chefpolitiinspektørinum skulu borgarar altíð kunna kenna seg tryggar við at ringja til 1-1-2.

- Ofta er tað fyrsta ferðin fólk ringja til alarmsentralin. Og tey ringja, tí tey veruliga halda, at talan er um eina akutta støðu. Kvinna, sum ringdi til okkara í hesum førinum, gjørdi júst tað, hon skuldi, sigur Steen Nørskov.

Á løgreglustøðini gera tey mun um talan er um eina bráfeingis – akutta – støðu, ella um eina vanliga uppringing til løgregluna. Í fyrsta føri er talan um 1-1-2 og í hinum førinum skal ein ringja á vanliga nummarið 351448.

Ofta er tað sami persónur, ið tekur telefonina, men viðgerðin er ymisk alt eftir hvør telefon, ið ringir.

- Tann, sum situr við alarmtelefonina skal vera professionellur til at duga at taka støðu til, hvat gerast skal. Sum oftast skal ein løgreglubilur sendast út til eina akutta støðu, men er talan um at senda boðini víðari til heilsutænastuna, so verður tað gjørd, sigur politiovastin.

- Júst tá talan er um full fólk, so eigur løgreglan at vera før fyri at taka sær av tí eisini. Tað er jú ikki ólógligt at drekka seg fullan, og at full fólk rekast í almenna rúminum fáa vit ikki gjørt nakað við. Men løgreglan skal vera nóg professionell til at taka støðu til, hvat skal gerast, um persónurin skal hjálpast heim ella flytast á eitt stað, har hann kann fáa neyðugu hjálpina – taðkann vera til eitt serligt stað fyri fólk við rúsdrekkatrupulleikum, vísir Steen Nørskov á.

Um nýggjastu tilburðirnar fær løgregluna at broyta mannagongdir, sigur chefpolitiinspektørurin:

- Vit eftirmeta støðuna, kanna hvat er hent og hvat skuldi verið gjørt betri, og so rætta vit okkum inn eftir tí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder