2019-01-02 21:55
Nakað av útrykningi var at síggja á Argjum í kvøld. Fólk til gongu hoyrdu roykvarnara úr einum húsum, og boðaðu løgregluni frá hesum. Eingin var í húsunum.
Fráboðanin kom klokkan 21:13, og løgreglan og sløkkiliðið vórðu send á staðið. Klokkan 21:21 var løgreglan sloppin inn í húsini, og hevði sløkt fyri einari pannu, sum stóð og gav royk frá sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tað vóru minuttirnir sum taldu, og møguliga pannan kundi elvt til nógvan skaða.
Annars er stak friðarligt í kvøld, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald