Innanlands

Fólkaflokkurin størstur, og samgongan missur

Tað er úrslitið í nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum sambært kanningini hevði verið størsti flokkur um val var í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum sambært kanningini hevði verið størsti flokkur um val var í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-03 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongan fær 16 tinglimir og andstøðan fær 17. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið og Sosialin.

Um val var nú hevði Fólkaflokkurin, sambært kanningini, verið størstur við 23,7 prosentum og átta tinglimum. Tað eru tveir tinglimir meira enn nú.

Hetta er tó nakað minni enn kanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í oktober. Hon vísti, at Fólkaflokkurin hevði fingið heili 27,5 prosent og níggju tinglimir. Men gongdin tykist greið.

Sambært nýggju kanningini hjá Gallup hevði Javnaðarflokkurin fingið 22,9 prosent, og átta tinglimir. Hetta er tað sama, sum flokkurin fekk á seinasta vali. Tjóðveldi hevði fingið 19,3 prosent og seks tinglimir, sum er ein minni enn flokkurin hevur í dag.

Sambandsflokkurin fær 19 prosent, og seks tinglimir, sama sum til seinasta løgtingsval. Framsókn og Miðflokkurin høvdu sambært kanningini fingið tveir tinglimir hvør við ávikavist 6,7 prosentum og 4,7 prosentum.

Sjálvstýri hevði mist ein tinglim við 3,6 prosentum, vísir kanningin sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Sosialin.

Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum 14. november til 28. november. 515 tilvildarliga vald fólk hava svarað. Óvissan í kanningini +/-1,8 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder