Innanlands

Fólkafundur um Suðuroyatunnilin

Føroyskir náttúrufelagsskapir seta fram spurningar um hvussu náttúran í Sandoynni kann verjast. Serfrøðingar og politikarar koma við svarunum

2025-11-10 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í annaðkvøld, týsdagin 11. november verður skipað fyri fólkafundi í í Finsen í Havn um Suðuroyatunnilin. Høvuðsspurningurin fyri fólkafundin verður hesin “Hvussu verja vit náttúruna í Sandoynni?”

Tað eru felagsskapirnir Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan, sum skipa fyri fólkafundinum.

Aðrir spurningar eru: “Hvussu verja vit tey serstøku náttúrúøkini í Sandoynni, tá ið vit gera Suðuroyartunnilin?”, “Hví er neyðugt at stríðast fyri at verja planturíkidømi, vøtn, fugl, lendi og veltur í Sandoynni?”

Um stutta tíð skal løgtingið taka støðu til størstu verkætlan í Føroya søgu. Mikið rok og drúgt kjak hevur verið um málið, tí atlitini eru mong, tá ið talan er um eina so stóra verkætlan. Men hvar eru atlitini til náttúruna?

Fundurin verður í auluni í Finsen í Havn týskvøldið 11. novembur klokkan 19.

Føroysku náttúrufelagsskapirnir bjóða í felag til fólkafund við  framløgum, áhugaverdum sjónarmiðum hjá viðkomandi serfrøðingum og kjak millum politisku flokkarnar. Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan linjuføringin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna.

Skrá:

- Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon so serstøk?

- Framløgur um linjuføringar til Suðuroyartunnilin – Teitur Samuelsen og Jón Sigurdsson.

- Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru? – Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk.

- Framløga av hoyringssvari hjá Umhvørvisstovuni – Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

- Hvat sigur serfrøðin? Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur, Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy, Jóhann Mortensen, miðlafólk, Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin, Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur, Tunnilsbólkurin, Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk

- Hvat meina politikararnir?  Jacob Vestergaard (A), Helgi Abrahamsen (B), Eyðgunn Samuelsen (C), Annika Olsen (E), Karlot Hergeirsson (F)

Orðstýrari er Óluva Zachariasen

Tiltakið verður stroymt 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder