Innanlands

Fólkafundur verður í Tórsgøtu 26.-27. oktober

Bjóðað verður til kjak og prát, tá ið borgarar, politikarar, feløg og stovnar hittast í Tórsgøtu

(Mynd: Visit Tórshavn)

(Mynd: Visit Tórshavn)

2018-09-14 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verið við at styrkja, strimbra, eggja og menna fólkaræðisligu samrøðuna. Latið okkum skapa nýggjar karmar til prát og kjak - borgarar sína millum og millum borgarar, politikarar, feløg og stovnar. Komið og kjakist og haldið verkstovur um samfelagslig evni, rák og avbjóðingar. Reinsaríið í Tórsgøtu skipar fyri.

Tykkara innsløg eru snúningsdepilin

26. og 27. oktobur skipar Reinsaríið í Tórsgøtu fyri fólkafundi. Við hølunum og býaarrúminum, vit hava her - tað er Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Perlutorgið - hava vit fullkomnu karmarnar til dagarnar, har vit fara at seta samfelag okkara í brennidepilin. Tað eru í høvuðsheitum tit, áhugafeløg, fakfeløg, stovnar, politiskir flokkar og eldsálir, sum mynda dagarnar, og leggja tey ymsu innsløgini á døgunum til rættis. Innsløgini verða snúningsdepilin á tiltakinum, og eisini verður pláss at hava ein bannara ella lítlan bás við tykkum.

So takast tit við eitthvørt, sum vildi hóskað seg til tiltakið, vilja vit fegin bjóða tykkum at luttaka á fólkafundinum. Vit ímynda okkum dagar dag við framløgum, kjakum, pallborðsfundum, samrøðum, verkstovum og øllum møguligum øðrum, sum tit kunnu vera við at menna. Tað kundi verið eitt evni, rák, hugsan ella avbjóðing, sum tit ynskja at varpa ljós á.

Treytirnar, vit seta

Møguleiki er fyri at skipa fyri tiltøkum sjálvi ella saman við øðrum feløgum og stovnum. Vit vilja fegin hjálpa tykkum við ráðgeving og sparring um, hvussu júst tykkara innslag ella innsløg hóska seg til fólkafundin. Reinsaríið stendur fyri tøknini, ið krevst til innsløgini.

Einastu treytirnar, vit seta, eru, at innsløgini skulu hava samfelagsligt innihald, og at tiltakið er ókommersielt og ókeypis fyri gestirnar. Innsløg skulu vera í samsvar við grundleggjandi fólkaræðislig virði og lógir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder