Innanlands

Fólkaheilsuráðið við at menna fyribyrging í norðanlondum

Fólkaheilsuráðið er vertur fyri rúsevnisseminar í Føroyum hesa vikuna

2018-08-20 09:15 Author image
Tíðindaskriv

Embætisfólk og fólk annars frá norðurlendsku fyrisitingunum møtast hesa vikuna í Havnini til ráðstevnu - Nordisk rusmiddelseminar. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum umboðar Føroyar í hesum samstarvi, ið samstundis er vertur fyri ráðstevnuna, sum landsstýriskvinnan, Sirið Steenberg, setur mikudagin 22. september.

Londini í samstarvinum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári og skiftir ímillum hesi londini; vertslandið hevur ábyrgdina av fyrireiking og samskipan.

Tað eru um 40 fólk í hesum forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevarar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu.

Málið er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum.

 
· Skapa forum fyri fyribyrgingararbeiði og umrøða strategiir, hættir og ástøði.
 
· Deila royndir frá fyribyrgingarátøkum, programmum og samskipan
 
· Sínámillum kunning um dagsins spurningar og ætlanir
 

· Umrøða ábendingar og menning í Evropa sæð við norðurlendskum brillum

Eitt aðalmál er at fremja samstarv ímillum  Norðurlond á fyribyrgingarøkinum.

Seminarið snýr seg um fá, men stór evni.  Fyrilestrahaldarar lýsa hvør sítt evni, og tað verður eisini arbeitt í arbeiðsverkstøðum fyri at fara í dýpdina við ávísum evnum og harvið luta royndir hvør hjá øðrum landanna millum.

Ætlanin er at felagsniðurstøða og yvirlýsing verður niðurskrivað.

- Fólkaheilsuráðið

placeholder
placeholder