Í 2020 minkaði fólkatalið í amerikanska statinum Kalifornia fyri fyrstu ferð, síðan amerikonsku myndugleikarnir byrjaðu at skráseta íbúgvatalið í teimum ymsu statunum. Hvussu leingi teir hava gjørt tað, verður ikki upplýst.
Kaliforniska fíggjarmálaráðið sigur, at talið á íbúgvum minkaði við 182.000 í tíðarskeiðnum januar 2020 til januar 2021. Orsøkin er korona, eitt lægri tal á tilflytarum, og føðingum.
Talið á íbúgvum í Kalifornia í januar í ár var góðar 39,5 mió. Tað er 0,46 prosent lægri í mun til árið fyri. Sambært Ritzau fer íbúgvatalið tó væntandi at vaksa aftur í ár.
Kalifornia er fólkatíkasti staturin í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald