
Í dag hevur Hagstovan kunngjørt, hvussu fólkatalið hevur háttað seg millum 1. mars 2022 og 1. mars 2023. Talan er um ein vøkstur á 1,1 prosent, ið er nakað lakari enn undanfarnu árini. 1. mars búðu 54.300 fólk í Føroyum.
Les eisini: Vøkstur í fólkatalinum á eitt prosent seiansta árið
Hagstova Føroya hevur eisini hugt eftir teimum ymisku kommunum. Har ber til at gera upp, at fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið.
Tann størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu. Bygdirnar við størsta vøkstri og størstu minking vóru báðar í Tórshavnar kommunu. Størsti vøkstur var í Tórshavn, har 131 løgdust afturat, meðan størsta minking var í Kollafirði, har fólkatalið minkaði við 21 seinasta árið. Júst demografiska gongding og bústaðartroti í Kollafirði skal umráðast á borgarafundi í kvøld.
Les eisini: Í kvøld verður borgarafundur í Kollafirði
Hagstovan skrivar, at aðrar bygdir við fólkavøkstri vóru Hoyvík, Argir, Klaksvík og Saltangará, meðan fólkatalið minkaði í millum annað Søldarfirði, Hvalba og Lopra.
Áhugavert var eisini, at millum annað Nes kommuna hevði ein góðan vøkstur (48 prosent - 3,3 prosent), meðan talan var um eina minking í Suðuroynni sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald