Uttanlands

Fólkið í Japan eldist og fækkast

Serlig tiltøk setast í verk fyri at halda talið oman fyri 100 milliónir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-24 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japanesarar gerast altsamt meira hvít- og gráhærdir. Tað vísa hagtølini fyri fólkatalið í fólkaríka landinum, har íbúgvaratalið er lækkað síðan 2015, skrivar CNN.

Gongdin er styrkt í ár. Landið hevur í ár upplivað størstu natúrligu afturgongdina í fólkatali nakrantíð.

921.000 børn eru borin í heim í 2018, og tað er lægsta tal síðan 1899 vísir ein frágreiðing, sum heilsu- og vælferðarmálaráðið í Japan júst hevur givið út. Tað er 25.000 færri enn í fjør og triðja árið á rað, at talið liggur undir milliónina.

Metnógvir japanesarar doyðu eisini natúrliga í 2018 – tilsamans næstan 1,4 milliónir.

Samlaða fólkatalið í japan fall sostatt við 448.000 í 2018 – størsta afturgongdin í fólkatalinum nakrantíð.

Tað búgva nú 124 milliónir fólk í Japan, og verður hetta gongdin, búgva undir 100 milliónir í 2049 og 88 milliónir í 2065.

Shinzo Abe, forsætisráðharri legði í fjør fram eina ætlan fyri at halda fólkatalinum yvir 100 milliónir. Hann hevur sett næstan 120 milliardir krónur av til eitt nú at økja um vøggustovu- og barnagarðsplássini.

- Fyri at tryggja, at Japan framhaldandi kann hava ein burðardyggan vøkstur, er neyðugt at vit gera okkurt við føðingartalið og vaksandi aldurin hjá fólkinum, sigur japanski ráðharrin fyri samskifti og mentan við amerikanska miðilin NPR.

Júst hækkandi miðalaldurin er ein stórur trupulleiki fyri japanska búskapin og vælferðina. Yvir 20 prosent av amerikanska fólkinum eru yvir 65 ár. Í 2036 kemur talið upp á triðja hvønn japana.

Tjóðartingið hevur tí nýliga samtykt eina lóg, sum skal gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, eitt nú við at geva teimum lyfti um ríkisborgaraskap.

Fallandi arbeiðsstyrkin hevur eisini trýst Japan til at brúka alt meira tólmenni, eitt nú í matstovum, handlum og peningastovnum.

Í fjør metti altjóða gjaldoyragrunnurin, at tólmenni í framtíðini eisini fóru at vera álitið á sjúkrahúsum, skúlum og enntá í templum, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder