14 ár eftir, at tann tá trý ára gamla Madeleine McCann hvarv úr familjuíbúðini í Portugisiska býnum Praia da Luz, vóna foreldrini framvegis, at hon kemur afturíaftur.
Tað siga hjúnini Kate og Gerry McCann í almennari fráboðan í sambandi við føðingardegnum hjá Madeleine. Um hon enn er á lívi, fyllir hon nevniliga 18 ár í dag.
Madeleine hvarv 3. mai 2007, fáar dagar áðrenn hon fylti fýra ár. Meðan Madeleine og systkin hennara lógu í íbúðini og svóvu, vóru foreldrini farin út at eta.
Í fráboðanini hjá foreldrunum, skriva tey m.a.:
– Mai er altíð harður. Tað er ein áminning um, at enn eitt ár, sum vit kundu havt saman, er tikið frá okkum. Í ár er tað serliga hart, av tí at vit áttu at hátíðarhildið 18 ára føðingardagin hjá Madeleine.
Hóast stórt kanningararbeiði varð sett í verk, er Madeleine McCann enn ikki funnin, og eingin er ábyrgdaður í málinum.
Sambært Ritzau hava týsk kanningarfólk eyðmerkt ein persón í málinum. Viðkomandi, sum er undir illgruna, verður nevndur "Christian B", og situr í løtuni inni fyri eina neyðtøku í Praia da Luz í 2005.
London Metropolitan Police eru enn í ferð við at kanna málið um Madeleine McCann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald