2018-09-15 18:50
Í samband við at leiðarin fyri Foreningen Spædbarnsdød, Birgitte Horsten, kemur á vitjan í Føroyum, verður skipað fyri fundi fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn. Avvarðandi eru eisini vælkomin.
Á fundinum verður framløga um t.d.
- Sorg og sorgreaktiónir
- Sorg og nærsambond – hví kann tað vera so torført at vera avvarðandi, og hví kann tað vera so torført at leita sær hjálp, tá ein er í sorg
Stundir vera til spurningar, prát og drekkamunn. Eisini er hetta eitt gott høvi til at hitta onnur í líknandi støðu.
Tiltakið verður leygardagin 22. Sept. kl. 15-17 í Kommunufelagnum, R.C. Effersøesgøta 30, kj.
Tilmelding innan mánadagin 17. Sept. á [email protected] ella tlf. 222993. Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald