Í februar samtykti ES-tingið at endurskoða fyriskipanina um summar- og vetrartíð.
Í juli varð síðan skipað fyri einari hoyring, har ES-borgarar og áhugafelagsskapir kundu siga sína hugsan um skipanina. Hoyringarfreistin var 16. august, og út frá teimum 4,6 milliónum viðmerkingunum, sum komu inn, tykist at vera áhugi fyri, at summartíðin skal vera varandi, sigur týska sjónvarpsrásin ZDF.
Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, sigur við ZDF, at hóast tað ikki er bindandi, so ber ikki til at lata afturmeldingarnar fara framvið.
- Tað er tað, sum fólk ynskja, so tað mugu vit lurta eftir, sigur Juncker, sum harvið letur upp fyri møguleikanum at taka skipanina við summar- og vetrartíð av.
Tó skulu bæði ES-ráðið og tingið viðgera eitt slíkt uppskot frá ES-nevndini, áðrenn málið kann samtykkjast endaliga.
Tvær ferðirnar um árið verður klokkan sett 1 tíma fram og 1 tíma aftur: síðsta sunnudag í mars og síðsta sunnudag í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald