Uttanlands

Føroyavinur nú høgra hond hjá Biden forseta

Rufus Gifford vitjaði fleiri ferðir í Føroyum og knýtti vinarbond, tá hann var sendiharri í Danmark undir Barack Obama forseta

Rufus Gifford á vitjan í Føroyum, her til setan av LGBT tiltaki uttanfyri tinghúsini, umgyrdur av tingkvinnum úr fleiri flokkum. Mynd Jan Müller

Rufus Gifford á vitjan í Føroyum, her til setan av LGBT tiltaki uttanfyri tinghúsini, umgyrdur av tingkvinnum úr fleiri flokkum. Mynd Jan Müller

2021-05-30 16:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Hvítu Húsini upplýstu fríggjdagin, at tað verður fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, sum tekur við einum av teimum mest týðandi størvunum í amerikonsku stjórnarumsitingini, Chief of Protocol. Protokolstjórin, ella siðameistarin, hjá forsetanum er eitt slag av ovasta fyri øllum amerikonsku sendistovunum. Protokollstjórin er millum næstu ráðgevar forsetans í uttanríkismálum, og hann hevur eisini heiti sum varauttanríkisráðharri.

Vanliga er protokollstjórin við á øllum uttanríkisferðum forsetans og hevur samskiftið við útlendsku stjórnirnar í sambandi við hesar vitjanir. Eisini er tað hann, sum tekur ímóti, tá týðandi gestir koma á almenna vitjan í USA. 

[object Object]

Greinin í Washinton Post fríggjadagin, har kunngjørt verður, at Joe Biden, forseti hevur sett 46 ára gamla fyrrverandi sendiharran í Danmark í týðandi starv í Hvítu Húsunum.

Rufus Gifford var amerikanskur sendiharri í Danmark undir Obama forseta. Hann vitjaði tí eisini í Føroyum fleiri ferðir og  var serliga væl móttikin í Føroyum, tá hann um ólavsøkumundið 2016 sum ein av fremstu LGBT stríðsmonnunum var her fyri at halda setanarrøðuna á Faroe Pride. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Rufus Gifford telist millum ein av fremstu Føroyavinunum innan amerikanska diplomatiið. Undir síni vitjan í Føroyum gjørdi hann m.a. greitt, at hann fór at fremja samstarv millum USA og Føroyar. Og nú hevur hann ongan annan enn sjálvan amerikanska forsetan við sína lið. 

[object Object]

Rufus Gifford umborð á Norðlýsinum saman við Poul Michelsen, táverandi landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum.  Mynd Jan Müller

Sum sendiharri fyri alt danska kongaríkið vitjaði Rufus Gifford eisini javnan í Føroyum og knýtti bond her. Hann gjørdist skjótt hugtikin av Føroyum og føroyingum undir sínum vitjanum, og sambært Poul Michelsen, fyrrverandi uttanríkisráðharra,  sum Portalurin hevði samrøðu við, eftir at Biden vann valið, sá Rufus Gifford m.a. nakað stórt í stríðnum í Føroyum fyri at geva samkyndum somu rættindi sum allir aðrir borgarar.

Poul Michelsen, sum var landsstýrismaður í uttanríkismálum, um tað mundið tá Rufus Gifford var sendiharri í Danmark, hevði sera góð viðurskifti við sendiharran og vóru teir m.a. saman á útferð við sluppini Norðlýsinum kring oyggjarnar saman við vinnulívsfólki.

[object Object] Rufus Gifford á Nólsoyarfirði umborð á Norðlýsinum. Mynd Jan Müller

Rufus Gifford, sum nú tekur við hesum týðandi starvinum í Hvítu Húsunum, er kendur fyri at hava stuðlað bæði Barack Obama og nú Joe Biden í teirra valstríðum. Hann megnaði at útvega stórar upphæddir til valstríðini hjá teimum báðum demokratisku forsetavalevnunum, ið eisini bæði gjørdist forsetar. Millum manna er Rufus sera væl umtóktur, og hetta kom ikki minst til sjóndar, tá hann megnaði at rúnarbinda danir við sínum mennisjansliga heita smíli og látri og skilagóðu útsagnum.

[object Object]

Birgir Enni, skipari og Rufus Gifford umborð á Norðlýsinum. Mynd Jan Müller

Niðanfyri brot úr samrøðu, sum Jan Müller gjørdi við Poul Michelsen í januar mánað í ár, tá tað kom fram, at Rufus Gifford stóð til at blíva høgra hond hjá Biden forseta:

Gott við Føroyavini í Hvítu Húsunum

“Eg vóni, at Føroyar fara at raðfesta USA hægri í framtíðini, og kann  ein Føroyavinur sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum vera við til at skunda undir eina slíka tilgongd, tá vil hetta vera gott fyri allar partar. Tó vælvitandi at hann fyrst og fremst fer at virka sum professionellur embætismaður. Men av tí at hann kennir Føroyar kanska betri enn mong, kann hann gera nakað gott fyri Føroyar, soleiðis at vit undir eini Biden-stjórn fingu eitt beinleiðis samstarv við diplomatiið og politisku skipanina í USA - at vit høvdu fólk har yviri og høvdu eitt betri beinleiðis samskifti við tey, enn tað vit hava gjøgnum ta donsku skipanina. Týdningurin at hava eitt beinleiðis samstarv við USA má fáa hægstu raðfesting, nú vit longu hava sendistovur í bæði Kina og Russlandi.

[object Object]

Tað kann vera gott fyri Føroyar at eiga ein Føroyavin sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum, nú hann kennir so nógv til Føroyar og føroysk viðurskifti. Vónandi fara okkara verandi og komandi politikarar og embætisfólk  at gera brúk av hesum møguleikanum, í tann mun tað ber til. Áhugin hjá USA fyri Arktis og harvið eisini Føroyum  eigur at kunna tengjast saman við føroyska áhuganum at fáa betri og meira beinleiðis sambond til USA eitt nú á handils- og marknaðarøkinum”, segði Poul Michelsen m.a. í samrøðuni á Portalinum fyri skjótt hálvum ári síðani.  

[object Object]

Rufus Gifford saman við manninum, Stephen De Vincent, uttanfyri Amalienborg, tá teir søgdu farvæl við Danmark. Mynd Washington Post

[object Object]

Rufus og eyðkenda brosið - saman við hundinum Argos. Washington Post

[object Object]

Rufus Gifford var við sínum stóru peningainnsavningum millum amerikanarar við til at gera fyrst Obama og síðani Biden til forsetar í USA. Washington Post


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder