Ítróttur

Føroyingar við til norðurlendska skjótikapping

Komandi vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í ítróttarskjóting í Oslo í Noregi

2018-08-22 19:03 Author image
Oda Strøm
placeholder

Komandi vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í ítróttarskjóting í Oslo í Noregi.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 skjúttar at umboða Føroyar í kappingini. Teir eru Finn Ludvig, Esmar Joensen og Jón Jacobsen í trap, og Jóannis Joensen, Tórur Fløtt og Jóhann Fløtt í skeet.

Hesir skulu kappast í leirdúgvuskjóting við aðrar skjúttar úr Danmark, Finnlandi, Estlandi, Bretlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.

Føroysku skjúttarnir luttaka sum gestaskjúttar, tí Føroyar ikki er limur í Nordic Shooting Region, men luttøkan er eitt stig á leiðini fyri at fáa føroyskan limaskap.

Kappingin verður í døgunum 24-26. august 2018.

Heimasíðan hjá Nordic Shooting Region, har tað m.a. fer at bera til at fylgja við úrslitinum, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder