Innanlands

Føroyskur bátur við elmotori flotaður

Alduskvatl er tað einasta ljóðið sum hoyrist frá bátinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-14 14:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin kom eitt svart áttamannafar siglandi inn í Vágsbotn. Tað sermerkta við hesum gamla føroyska bátinum er, at hann gav nærum einki ljóð frá sær. Í bátin er settur ein elmotorur.

Tað er Eyðun Egholm, sum eigur bátin og hann hevur seinastu tíðina rigga hann til at fáa ein elmotor úr Hollandi settan í bátin. Í gjár varð hann flotaður, og nú verður báturin, sum hevur fingið navnið “Egholm”, royndur.

[object Object]

Talan er um ein 20 hesta motor av slagnum Elco EP-20, og í bátinum eru seks stór battarí á 260 ampera tímar.

- Eg veit um onkran elektriskan páhangsmotor, men hetta er einasti elbáturin í Føroyum, sum eg veit um, sigur Eyðun Egholm.

[object Object]

[object Object]

- Enn havi eg bara siglt millum Vágsbotn og Støðna á Argjum, men higartil hevur báturin roynst væl. Ikki nøkur skjót sigling, men elforbrúkið hevur verið sum eg hevði væntað, sigur Eyðun Egholm.

Tað sermerkta við hesum gamla áttamannafarinum er, at tað als ikki larmar. Einasta ljóðið, sum kemur frá bátinum er alduskvatl. Hetta hoyrist í videoupptøkuni omanfyri.

Eisini hevur Eyðun Egholm riggað sær sólorku og eina vindmyllu til á bátinum. Hetta løðir í battaríini so hvørt, og hjálpir eitt sindur uppá hetta, at ikki brúka so nógvan streym av landi.

[object Object]

Ætlanin er at sigla við ferðafólki við bátinum, men nú er so langt liðið út á summarið, so óvist er hvussu nógvir túrar vera í ár. Sum skilst er tó ætlanin at gera eina roynd við nøkrum túrum. Hetta verða stuttir túrar. Ein túr í Nólsoyarfjørð ella okkurt líknandi, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder