Uttanlands

Forsætisráðharrin í Ný Sælandi fer í barsil

Jacinda Ardern er fyrsti kvinnuligi statsleiðari, sum fer í barsil

2018-06-21 16:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Forsætisráðharrin í Ný Sælandi, 37 ára gamla Jacinda Ardern, fer nú í barsil. Ardern hevur fingið eina dóttur, og verður við hesum fyrsti kvinnuligi statsleiðarin, sum fer í barsil.

Ardern er tó ikki fyrsti kvinnuligi statsleiðarin, sum gerst mamma ímeðan hon situr í embætinum. Í 1990 átti pakistanski forsætisráðharrin, Benazir Bhutto, eina dóttir. Men meðan Bhutto fór til arbeiðis dagin eftir, fer Ardern í seks vikur barsil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder