Fleiri rakettir eru í dag skotnar í afganska høvuðsstaðnum Kabul, meðan forsetin í ladninum, Ashraf Ghani, helt talu í samband við muslimsku hátíðina Eid.
Afganska tíðindastovan Tolo skrivar, at rakettir vórðu skotnar eftir forsetaborgini og eftir diplomatiska býarpartinum í Kabul. Eingin fekk skaða í álopunum.
- Ein yvirgangsbólkur tók í morgun ræði á einum bygningi í Reka Khana og skeyt rakettir móti Kabul, sigur Najib Danish, talsmaður fyri innanríkisráðið, við tíðindastovuna AFP.
Eftir álopið vóru fleiri bardagar millum Taleban og trygdarlið í gøtunum í Kabul. Fleiri skottilburðir og ógvusligir brestir hava verið.
Afganski forsetin lýst tríggjar mánaðir vápnahvílu sunnudagin, men hendan er longu brotin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald