Í mai verður forsetaval í Sýria, boðar formaðurin fyri landsins tjóðarting frá.
Seinastu tíggju árini hevur Sýria verið merkt av borgarakríggi, og helst verður vinnarin av komandi forsetavalinum eisini núverandi forsetin, Bashar al-Assad, skrivar Ritzau.
Boðað verður frá, at sýrar í útlondum kunnu atkvøða á sendistovum, og mánadagin kunnu møgulig valevni søkja um at koma við á atkvøðuseðilin.
Bashar al-Assad kom til valdið í ár 2000, eftir at pápi hansara, Hafez al-Assad doyði. Hann hevur tó enn ikki boðað frá uppstilling til valið.
Seinast val var í Sýria var í 2014. Á valinum, sum varð hildið undir brogarakrígnum, vann Assad við 88 prosent av atkvøðunum.
Sambært sýrisku stjórnarskipanini, kann ein forseti bert sita í tveimum sjey-ára skeiðum. Tó er undantak gjørt fyri valið í 2014.
Altjóða mannarættindafelagsskapir lýsa Sýria sum eitt land við einræði.
Valið í Sýria skal eftir ætlan vera 26. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald