Uttanlands

Forsetin í Vietnam deyður

Hvørki lokalir ella útlendskir læknar kundu bjarga Tran Dai Quang, sum var blivin álvarsliga sjúkur

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-21 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forsetin í Vietnam, Tran Dai Quang, er deyður av álvarsamari sjúku.

Tað skrivar Reuters, sambært DR.

Tran Dai Quang doyði klokkan 10.05 í dag á hernaðarsjúkrahúsinum, boða myndugleikarnir í Vietnam frá.

Hvørki vietnamesiskir ella útlendskir læknar kundu bjarga forsetanum, sum bert gjørdist 61 ára gamal.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder