48 ára gamli forsetin í Íslandi, Guðni Thorlacius Jóhannesson, var í morgun ein túr í Laugardalshøllini í Reykjavík til kippsetingar móti covid-19.
Og tað var koppsetingarevnið AstraZeneca, sum var í sproytuni.
Hetta koppsetingarevnið verður brúkt í Íslandi, hóast heilsumyndugleikarnir í fleiri evropeiskum londum, teirra millum Danmark, mæla frá at brúka tað, tí ein vandi er fyri at heilivágurin kann elva til hjartatrupulleikar.
Forsetin hevur sjálvur lagt myndir út á Facebook av hendingini í dag.
Eins og biðið var um, kom forsetin til koppsetingarstaðið í t-troyggju. Hann hevði valt eina hvíta undirtroyggju við tekning hjá Hugleik Dagsson á bringuni. Talan er um fittu tekningina av manninum, sum rópar “hu” – rópið, ið gjørdist kent um allan heimin, tá íslendingar spældu HM fótbólt í 2018.
Eftir ætlan verða 40.000 fólk koppsett í Íslandi hesa vikuna – tað er størsta talið higartil.
Í morgun fékk ég bóluefnið AstraZeneca gegn Covid-19. Ég varð þess heiðurs aðnjótandi að hitta fyrst starfslið í...
Posted by Forseti Íslands on Thursday, May 6, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald