2024-05-15 19:19
Fosturtøkulógin sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið, fall fyri løtu síðani til aðru viðgerð.
Tað hevur verið ein ávísur spenningur í allan dag, og tá avtornaði stóð á jøvnum at fimtan vóru fyri og fimtan vóru í móti. Tí meiriluti ikki fekst, fall uppskotið.
Eitt merkisvert er, at tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn, atkvøddu ímóti uppskotinum hóast teirra egni landsstýrismaður legði tað fram.
30 tinglimir vóru í løgtinginum tá atkvøðugreiðslan var.
Hesi atkvøddu fyri:
Hesi atkvøddu ímóti:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald