Innanlands

Fosturtøkumálið kemur aftur á breddan í næstu viku

Sambært Frihedsbrevet er uppskotið til reiðar at leggjast fram í næstu viku. Umframt tingfólk úr teimum trimum samgonguflokkinum, verður ein uppskotsstillari úr Sambandsflokkinum

Í fjør legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum málið fram, men tað kom ikki framvið aðru viðgerð. Nú hava fólk úr millum annað Framsókn trýst á fyri at fáa tað fyri aftur - tinglimir leggja fram hesaferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í fjør legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum málið fram, men tað kom ikki framvið aðru viðgerð. Nú hava fólk úr millum annað Framsókn trýst á fyri at fáa tað fyri aftur - tinglimir leggja fram hesaferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 06:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku fer nakað so óvanligt at henda, sum at eitt mál verður lagt fyri Løgtingið fyri aðru ferð í einari tingsetu.

Sambært Frihedsbrevet verður hetta gjørt við fosturtøkumálið. Miðilin, sum sjálvur hevur umrøtt málið nógv, hevur tosað við fleiri fólk. Hesi eru nær politiskum flokki ella í einum.

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at fáa málið aftur. Serliga er tað Framsókn og baklandið har, sum hava trýst á. Í fjør legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum málið fram. Men tað fall við aðru viðgerð; tað gjørdist millum annað 15-15 (fyri-ímóti), tí at tveir av trimum tinglimum Framsóknar, Hanna Jensen og Sólvit Nolsøe, atkvøddu ímóti.

Sólvit Nolsøe er nú farin úr politikki aftur. Avloysarin, Árni Dam, hevur alment gjørt greitt, at hann er fyri dagføring av fosturtøkulógini. Harvið er grundarlagið fyri at fáa málið ígjøgnum betri nú. Tað snýr seg tó eisini um annað enn sjálvt málið og tað, sum Frihedsbrevet kallar "abortrættindi hjá føroyskum kvinnum"

Politiskir sigrar - tingfólk úr fýra flokkum standa fyri tí

Sitandi samgonga sær út til at fella greitt til næsta løgtingsval. Tað er um í mesta lagi eitt ár og umleið tveir mánaðir. Tosað hevur verið um, at tey, ið sita, tørva eitt "vinnaramál".

Hetta skal vera tað - tann "liberali sigurin" hjá Framsókn. Har er staðfestingin eisini, at verður málið ikki lagt fram aftur nú, so verður einki gjørt við tað í næstu setu, har Fólkaflokkurin eftir øllum at døma verður størstur.

Javnaðarflokkinum tørvar eisini vinnaramál. Har er ikki full semja um at samtykkja fría fosturtøku, eins og í Tjóðveldi. Tveir tinglimir atkvøddu ímóti seinast - men Ingilin Didriksen Strøm verður við at skjóta málið upp aftur. Hetta saman við Karloti Hergeirsson úr Framsókn, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum - í mun til seinast leggja tinglimir fram.

Hervør Pálsdóttir er annars í barnsburðarfarloyvi í løtuni, men sum skilst kemur hon inn aftur á ting bert fyri at leggja málið fram aftur og at atkvøða fyri. Hervør Pálsdóttir var við til at stovna felagsskapin Frítt Val, sum hevur arbeitt fyri fríari fosturtøku. 

Hóast Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum atkvøddi fyri málinum í fjør, so er tað óvæntað, at tinglimur úr andstøðuflokkinum stendur sum uppskotsstillari. Hetta hevur sum skilst eisini elvt til øsing og nakað av spjaðing í Sambandsflokkinum.

Uppskotið um at dagføra gomlu lóggávuna verður sum skilst fyri løgtinginum aftur hósdagin 25. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder