2020-01-28 07:05
Ein persónur varð í gárkvøldið koyrdur á Landssjúkrahúsið eftir at vera ákoyrdur, tá viðkomandi skuldi fara yvir um vegin á vegamótinum Bøkjarabrekka/R. C. Effersøesgøta í Havn, sum er regulera við ferðsluljósum.
Óhappið hendi beint eftir klokkan sjey í gjárkvøldið
Bilurin skuldi snara um hornið, men varnaðist ikki, at ein fótgangari var á veg yvir um vegin eftir gonguteiginum.
Løgreglan upplýsir í morgun, at talan er ikki um álvarsligan skaða. Í dag fer løgreglan á sjúkrahúsið at tosa við løstaða persónin fyri á tann hátt at fáa fulla greiði á, hvat hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald