Uttanlands

Frágreiðing: Ansaðu ikki nóg væl eftir Maradona

Heilsu- og røktarstarvsfólkini tóku sær ikki nóg væl av Diego Maradona, áðrenn hann doyði í november, heldur ein læknafaklig nevnd

Diego Maradona andaðist í november, 60 ára gamal (Mynd: EPA)

Diego Maradona andaðist í november, 60 ára gamal (Mynd: EPA)

2021-05-01 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsu- og røktarstarvsfólkini, sum vóru um Diego Maradona stutt áðrenn hann doyði í november í fjør ansaðu ikki nóg væl eftir honum. Tað framgongur í einari 70 síður langari frágreiðing, sum ein læknafaklig nevnd hevur gjørt, sambært Ritzau.

Frágreiðingin, sum varð almannakunngjørt fríggjadagin, er gjørd eftir áheitan frá argentinska ákærumyndugleikanum. Myndugleikarnir eru framvegis í ferð við at kanna, um har hevur verið nakað óreglusemi í sambandi við viðgerðini av Maradona í seinastu vikum hansara.

Diego Maradona var í ferð við at koma fyri seg aftur eftir at hava verið undir skurð fyri blóðtøpp í heilanum, tá hann doyði av einum hjartasteðgi í november, 60 ára gamal.

Í frágreiðingini hjá læknafakligu nevndini stendur m.a., at røktarstarvsfólkini ikki tóku sær nóg væl av Maradona, og hóast tað ikki er heilt sikkurt, at argentinska fótbóltsstjørnan hevði yvirlivað við betri læknahjálp, høvdu útlitini í øllum førum verið betri.

Sjey av teimum røktarstvarsfólkunum, sum tóku sær av Maradona, áðrenn hann doyði, eru undir illgruna fyri at hava framt óviljað manndráp. Verða tey skuldsett og funnin sek í hesum, kunnu tey fáa upp í 15 ára fongsul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder