Uttanlands

Frágreiðing: Prestar misbrúktu yvir túsund børn

Ígjøgnum fleiri áratíggju eru meir enn 1000 børn misbrúkt av 300 ymiskum katólskum prestum í statinum Pennsylvania í USA

Misnýtsluoffur og familjur teirra á tíðindafundi, tá kanningin varð løgd fram (Mynd: AP)

Misnýtsluoffur og familjur teirra á tíðindafundi, tá kanningin varð løgd fram (Mynd: AP)

2018-08-15 08:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ígjøgnum fleiri áratíggju eru meir enn 1000 børn misbrúkt av 300 ymiskum katólskum prestum í statinum Pennsylvania í USA, vísir ein nýggj frágreiðing, sum myndugleikar í Pennsylvania løgdu fram í gjár, skrivar danski miðilin TV2. 

Allarhelst er talan um nógv fleiri børn, skrivar ákærunevndin, sum hevur kannað málið í tvey ár. 

Frágreiðingin vísir eisini á, at fleiri høgtstandandi limir í kirkjuni, bæði í Pennsylvania og í Vatikaninum, royndu at fjala umfatandi kynsligu misnýtsluna av børnum, sigur løgmálaráðharrin í Pennsylvania, Josh Shapiro.

- Myrkaleggingin var sofistikerað. Og alla tíðina førdi leiðslan hjá kirkjuni, sjokkerandi nok, bókhald við misnýtsluni og myrkaleggingini, sigur Shapiro. 

- Hesi skjøl, sum koma frá loyniligu arkivunum hjá bispadøminum, eru týdningarmestu skjølini í kanningini, segði Shapiro á tíðindafundi sambært TV2.

Ein av persónunum, sum sanbært frágreiðingini var við til at myrkaleggja kynsligu misnýtsluna av børnum, er kardinal Donald Wuerl, sum í nógv ár var biskuppur í Pittsburgh.

Í tíðindaskrivi skrivar Wuerl, at hann "handlaði við umhugsni, við stúran fyri offrunum og fyri at royna at steðga framtíðarmisnýtslu". 

Kynsliga misnýtslan av børnum hendi í seks ymiskum bispadømum, sum tæna meir enn helvtina av teimum 3,2 katolikkunum í statinum, men orsakað av myrkaleggingini, verða neyvan nógv revsimál burturúr kanningini, tí at flestu málini eru fyrnað, skrivar The Washington Post. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder