2018-07-31 11:57
Mánadagin varð forboð móti nýtslu av fartelefon í skúlunum samtykt í Fraklandi.
Hetta kom ikki óvart á fólk, tí franski mentamálaráðharrin, Jean-Michel Blanquer boðaði nevniliga frá stutt fyri jól, at franska stýrið ætlaði at banna fartelefonir í fronsku skúlunum.
"Ætla vit at banna fartelefonir í fólkaskúlunum? Svarið er ja," segði hann tá, sambært DR.
Tað er longu bannað at hava fartelefonina frammi í tímunum í fronsku fólkaskúlunum, og fleiri skúlar hava longu bannað nýtslu av fartelefonum fullkomiliga.
Nýggja bannið kemur eftir ætlan í gildi eftir summarfrítíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald