Uttanlands

Frakland: Bíðað verður eftir svari frá Macron

Fólk undrast á, hví franski forsetin ikki hevur úttalað seg um støðuna í landinum seinastu vikuna

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2018-12-09 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, sunnudagin, er friðarligt, men væntað verður, at mótmælt verður aftur í næstu viku, og enn verður bíðað eftir einum svari frá forsetanum, Emmanuel Macron.

"Nógv undrast á, hví Macron ikki hevur úttalað seg um mótmælið," sigur frásøgufólk hjá DR.

"Macron kom aftur frá G20-toppfundinum í Argentina 2. desember, og síðan tá hevur hann einki sagt um ófriðin í landinum, og tað er kanska tí, at hann enn ikki hevur eitt svar at geva landsmonnum sínum".

Higartil hevur Macron latið forsetisráðharran, Édouard Phillippe, og innlendismálaráðharran, Christophe Castaner handfara málið.

Eftir ætlan fer Macron tó at tala fyrst í kommandi viku.

"Gulu vestarnir" hava seinasta mánaðan sett eld á bilar, gjørt herverk og framt innbrot, og tað sær út til, at tað hevur riggað.

Franska stjórnin hevur lovað at útseta príshækkingina á brennievni, sum var orsøkin til allan ófriðin.

"Gulu vestarnir" hava boðað frá, at tey aftur fara út at mótmæla næsta leygardag.

Les eisini: Fleiri enn 1700 mótmælisfólk handtikin í París

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder