Uttanlands

Frakland: Gulu vestarnir mótmæla framvegis

Talið av mótmælisfólkum er minkað munandi síðan desember

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-05 17:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mótmælið hjá "Gulu vestunum" heldur fram í dag.

Hetta er 8. leygardagurin á rað, at mótmælt verður á gøtunum í Fraklandi. Sambært DR vóru nøkur hundrað mótmælisfólk møtt upp í París í dag, men mótmælt verður eisini í øðrum býum í Fraklandi.

Hóast mótmælið heldur fram, so eru ikki eins nógv mótmælisfólk at síggja í dag sum fyrr. Talið av mótmælisfólkum er nógv lægri nú, enn tað var í november og desember, tá túsundatals fólk sóust úti á gøtunum.

Dagsins mótmælistiltak byrjaði friðarliga í franska høvuðsstaðnum. Tó vóru eisini samanbrestir millum mótmælis- og løgreglufólk. Millum annað varð kastað við ymsum lutum eftir løgregluni, og eld varð sett á ruskspannir á kendu gøtuni Boulevard Saint-Germain. Eisini brúkti løgreglan táragass.

At byrja við mótmældu fólk eina ætlaða hækking av prísinum á brennievni, men í hesum døgum snúgva mótmælistiltøkini seg um franska forsetan, Emmanuel Macron, sum heild. 

Franska fólkið vil vera við, at Macron einki leggur í trupulleikarnar, sum vanlig fólk stríðast við.

Macron, sum hevur verið forseti síðan mai 2017, hevur roynt at ganga nøkrum av krøvunum hjá fólkinum á møti, m.a. við at hækka minstalønina í landinum við 100 evrum (uml. 750 krónur) um mánaðan.

Macron byrjaði tó eisini nýggjársrøðu sína við at siga, at franska fólkið má "góðtaka veruleikan".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder