Brendar bilar og motorsúkklur, gøtur fyltar av glasi frá knústum rútum, tómir og oyðilagdir handlar og matstovur, og grafitti allastaðni.
Hetta er ein lýsing av einum parti av París í dag, eftir øllum mótmælinum, sum var í gjár. Fleiri enn 10.000 vóru á gøtunum í Franska høvuðsstðanum í gjár og mótmældu eina hækking av bensinprísunum.
Mótmælið hevur varað í fleiri vikur nú, og tað er sonevndu "Gulu vestarnir", sum standa á odda fyri hesum.
Um alt landið luttóku fleiri enn 100.000 í mótmælinum sambært tølunum hjá franska innlendismálaráðnum.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, heldur í dag kreppufund, og sambært DR umhugsar hann, at lýsa við undantaksstøðu.
Les eisini: - Sum eitt krígsøki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald