Afturlatingin av Fraklandi er nú longd til 11. mai. Hendan avgerðin er tikin í eini roynd at avmarka spjaðingina av koronasmittuni, boðar landsins forseti, Emmanuel Macron, frá í kvøld.
Landið hevur verið afturlatið síða miðjan mars, og 11. mai er tað so ætlanin, at Frakland spakuliga skal latast upp aftur – fyrst verður talan um dagstovnar og skúlar.
Í røðu sínari til franska fólkið, ásannaði Macron, at Frakland ikki var nóg fyrireikað, tá koronafarsóttin rakti landið, men hann segði eisini, at tað gongur frameftir í stríðnum ímóti smittuni.
– Vit fara at sigra, men vit fara enn at liva við virusinum í nakrar mánaðir afturat, segði hann.
Stutt áðrenn røðan hjá Macron varð víst beinleiðis í sjónvarpinum, boðaðu heilsumyndugleikarnir í Fraklandi frá, at 574 andlát vórðu skrásett seinasta samdøgrið. Sambært Ritzau, er tað nakað tað sama sum undanfarnar dagar.
Sambært heimasíðuni worldometers.info, hava 136.779 fingið staðfest koronasmittuna í Fraklandi, og 14.967 eru deyð.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald