2024-11-19 06:54
Kalda veðrið sær út til at halda fram. Í hvussu so er komandi tríggjar dagarnar verður høgættarveður í Føroyum við kulda.
Í dag boðar Veðurstovan frá norðan 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum upp í 17 m/s og hitalagið millum -2 og 3 stig.
Í morgin kann væntast meira vindur, upp í 20 m/s í støðum og hósdagin nakað minni vindur. Hitin um 4 stig við kava- ella vátakavaælingum.
Einaferð fríggjadagin kemur hann av eystri, men kuldin heldur sær – frá frostmarkinum upp í 4 stig bæði fríggjadagin og leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald