Mentan

Framløga í Krígssavninum í Vágum

26. august kemur Tony Barnes, ið hevur granskað og savnað tilfar undir heitinum "Faroe Islands Force", at greiða frá sínum arbeiði

SOR-bygningurin í 1942 (Mynd: Krígssavnið)

SOR-bygningurin í 1942 (Mynd: Krígssavnið)

2019-08-24 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 26. august klokkan 19, verður framløga í Krígssavninum.

Tað er Felagið Krígssavnið, sum bjóðar øllum áhugaðum at koma framvið Krígssavnið, sum nú er flutt í SOR-húsini á Varðagøtu 61 uppi á Hálsi í Sørvági.

Tony Barnes, ið áður hevur granskað og savnað rúgvusmikið tilfar undir heitinum "Faroe Islands Force", kemur at greiða frá bókini "The Royal Navy and the Royal Marines in the Faroes Area 1939-1945".

Fólk, sum eru áhugað í at fáa eitt eintak av tilfarinum, skulu bara taka eitt USB-stikk við, so fáa tey eitt avrit av tilfarinum.

Karl Jóhan Nielsen, formaður, bjóðar vælkomin, og eisini verður kaffi og køkur at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder