2021-04-24 14:48
Í morgin, sunnudagin 25. apríl, skipar Vágs kvøldskúli fyri framsýning av handaliga tilvirkaðum lutum í fimleikarhøllnini í Vágs skúla.
Framsýningin letur upp klokkan 14 og verður opin til klokkan 18, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Klokkan 14.15 kemur sangkórið Ljómur at framføra nakrar sangir. Í sambandi við framsýningina verða gávur eisini handaðar tveimum kvøldskúlalærarum fyri trúfasta tænastu, og prógvhandan verður fyri næmingum, sum hava tikið Dugnaskapsskeið.
Í sambandi við framsýningina bjóðar kvøldskúlin og Vágs kommuna eisini kaffi og køku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald