2021-08-30 12:00

Í gjár var eingin nýggjur tilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, og sostatt hava vit nú havt tveir dagar uttan nakran smittutilburð.
Síðan í gjár er heldur eingin staðfestur frískur, og er støðan sostatt framvegis tann, at seks persónar eru smittaðir við koronu í Føroyum.
Seinasta samdøgrið eru 671 kanningar gjørdar. Í løtuni er eingin persónur innlagdur við koronu, og 19 persónar eru í sóttarhaldi.
Samanlagt eru 1000 smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og tveir persónar eru deyðir við koronu. Tilsamans eru fleiri enn 406.000 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald