Innanlands

Framvegis vatntrot í Sandavági

Brunnarnir eru farnir at tømast orsakað av turkinum, og stongt er fyri vatninum í pørtum av bygdini í ávísum tíðarbilum

2019-08-07 08:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í góðveðrinum sum hevur verið teir seinastu dagarnar, eru brunnarnir farnir at tømast í Sandavági. Hetta skrivaði Vága Kommuna á heimasíðu sínari mánadagin.

Av hesari orsøk hevur verið stongt fyri vatninum eystanfyri Stórá frá klokkan 23 til06 í hesari vikuni. Hetta heldur fram, leingi turkurin varðar, 


[object Object](Turkur í Sandavági í hesum døgum)

Vága Kommuna hevur eisini heittt á borgarar í Sandavági um at spara uppá vatnið í hesum døgum, og at lata kranan renna eitt lítið sindur um morgunin, áðrenn drukkið verður.

Kringvarpið visti í gjár at siga, at turkurin ávirkar umleið helvtina av húskjunum í Sandavági, og at pumpur eru settar á til tess at skunda undir vatnveitinginga. Hæddarmunurin gevur nakrar avbjóðingar, tá vatnið kemur úr Miðvági til Sandavágs. Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur við Kringvarpið, at tey eru varug við, at verandi vatnveiting ikki er nøktandi, tá veðrið háttar sær, sum tað hevur gjørt í seinastuni,

[object Object]
(Eyðdis Hartman Niclasen borgarstjóri sigur, at í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta vatnveitingina til Sandavágs)

Talan er tó um óvanligan turk, og sambært forsagnunum komandi dagarnar bendir einki á, at nakað serligt avfall kemur niður í Sandavági í hesari vikuni. 

Eisini í Leynum verður heitt á borgararnar um at spara uppá vatnið. Har er so lítið vatn í áunum, sambært borgarstjóranum í Kvívíkar Kommunu, Hera Müller.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder