Uttanlands

Franska løgreglan farin í verkfall

Staturin skyldar løgreglufólkunum samsýning fyri nógvar milliónir yvirarbeiðstímar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-19 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flestu av polistøðunum í Fraklandi eru afturlatnar í dag. Løgreglufólkini eru farin í verkfall.

Trý av fakfeløgunum hjá fronskum politistum hava gjørt av at fara í 24 tíma verkfall sum mótmæli móti vánaligum starvs- og lønarviðurskiftum, eitt nú vantandi fígging av tilsamans 23 milliónum yvirarbeiðstímum, skrivar dr.dk.

Harvið hevur Emmanuel Macron fingið enn ein trupulleika oman á mótmælini hjá gulu vestunum og yvirgang í Strassbourg.

Ósemjan millum løgregluna og stjórnina er komin í hæddina nú í jólamánaðinum, nú fleiri overvaðir politistar eru kallaðir inn, fyrst í sambandi við nógvu mótmælini kring um í landinum, og í farnu viku í sambandi við yvirgangsálopið í Strasbourg.

Sambært Christophe Castaner, innanríkisráðharra, skyldar staturin politinum tvær milliardir krónur fyri yvirarbeiði gjøgnum fleiri ár.

Fakfeløgini hjá politistunum hava fleiri ferðir kravt betri lønar- og arbeiðsviðurskifti, men enn uttan eydnu. Tí verður nú farið undir onnur tiltøk.

Í gjár royndi franska stjórnin seg við at bjóða 300 evrur – 2.240 krónur – í bonus til øll tey 110.000 løgreglufólkini, sum seinastu vikurnar eru tilkallað í sambandi við mótmælini hjá Gulu Vestunum.

Tað gevur eina meirútreiðslu upp á 246 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri komandi ár. Men fakfeløgini hjá løgreglufólkunum kallaðu tilboðið hjá stjórnini ónøktandi. Verður ikki funnið fram til semju við stjórnina áðrenn fyrst í januar, hevur felagið Unité SGP-Police-FO boðað frá veruligum verkfalli 26. januar, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder