2018-11-17 16:32
Í Fraklandi hava fleiri enn 120.000 mótmælisfólk blokerað fleiri enn 2000 vegir.
Orsøkin er, at franski forsetin Emmanuel Macron ætlar at áseta eitt eyka vegurlagsgjald á brennievni.
Sambært frásøgufólki hjá DR eru fólk í Fraklandi í øðini, tí at prísurin fyri diesel, sum er tað brennievnið, ið flestu bilar brúka í Fraklandi, er hækkaður við 23 prosentum tað seinasta árið, og er sostatt komin uppá 1,32 evrur í miðal (9,85 krónur).
Macron ætlar at hækka prísin 6,5 prosent afturat fyri liturin (uml. 43 oyru) frá 1. januar næsta ár.
Sambært fronsku løgregluni er ein kvinnu dripin, og 47 onnur mótmælisfólk eru særd.
Løgreglan hevur handtikið 24 fólk og 17 eru sett í varðhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald