2018-09-21 17:14
Á midnátt er freistin at søkja stjórastarvið í Kringvarpi Føroya farin.
Kári Sólstein, sum er starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, hevur verið virkandi stjóri, síðan Johnny í Grótinum fór frá sum stjóri í juni mánað.
Johnny í Grótinum fór frá 14. juni, tá ið hann og Kringvarpsstýrið vóru vorðin samd um, at tað var "frægast fyri stovnin", at samstarvið partanna millum endaði.
Nýggi stjórin í Kringvarpinum fer at hava dagligu programmábyrgdina og skal røkja fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald