2021-09-11 10:08

Nógv fólk hava verið úti í býnum í gjárkvøldið og í nátt í sambandi við mentanarnáttina í Havn, men kortini hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.
Ein maður bleiv tó tikin við á politistøðina í nátt.
Viðkomandi hevði fingið rættiliga nógv niðurum og bar seg býttliga at, og tí helt løgreglan tað vera best, at taka hann við, so hann kundi sova rúsin av sær á støðini.
Vakthavandi á politistøðini upplýsir í morgun, at maðurin enn er hjá teimum, og tá hann vaknar fær hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar (tað, sum fyrr varð nevnt politiviðtøkurnar).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald